Sangleikur hjá 4. flokki í Fuglafjarðar skúla verður sýndur í Mentanarhúsinum frá í kvøld til og við mánakvøldið. Fjórði flokkur í Fuglafjarðar skúla sýnir fram sangleikin Picasso í Mentanarhúsinum í Fuglafirði frá í kvøld til og við mánakvøldið.
Frits Johannesen hevur skrivað og tónsett, Kjartan Madsen hevur gjørt filmsupptøkurnar, Marita Sigurðardóttir hevur seymað klæðini hjá Picasso, og Jógvan á Lakjuni hevur lagt tónleikin til rættis. Hjálparfólk eru Magda Magnusdóttir og Jógvan Dahl.
Leikurin varð fyrstu ferð sýndur mánakvøldið 11. mai fyri foreldrum, systkjum, abbum og ommum. Síðan varð hann eisini sýndur mikukvøldið 13. mai.
Leikurin verður sýndur í kvøld (fríggjakvøldið) kl. 20.00, leygardagin 16. mai kl. 16 og um kvøldið kl. 20, sunnukvøldið 17. mai kl. 20, og mánakvøldið 18. mai kl. 20.
Kostnaðurin er 80 krónur fyri vaksin og 30 krónur fyri børn.