Picasso kemur til Fuglafjaðrar

Mánakvøldið fer 4. flokkur í Fuglafjarðar Skúla á pall í Mentanarhúsinum við sangleikinum »Picasso kemur í morgin«

4.. flokkur í Fuglafjarðar skúla hevur síðani februar vant sangleikin »Picasso kemur í morgin«, sum Frits Johannesen hevur skrivað og tónsett.

Leikurin snýr seg um Picasso, sum kemur til Fuglafjarðar at vitja børnini í 4. flokki. Tey tosa um, hvaðan hann er ættaður, hvussu hann sær út, um hann er giftur ella leysagiftur, um málningar hansara og um málningarnar, sum børnini sjálvi hava málað.

Eisini verða yrkingar at hoyra í leikinum: ?Tað brenna túsund ljós í kvøld?, sum Hans A. Djurhuus hevur gjørt, og Eyðun á Lakjuni hevur smíðað, og ?Sá eg bros? eftir sama yrkjara, og sum Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið til.

Jógvan á Lakjuni hevur klaverfylgisspælið.

Flokslærari og hjálparfólk - Magda Magnusardóttir

Sanglærari og hjálparfólk - Jógvan Dahl

Seymað búnan hjá Picasso hevur Marita Samson Sigurdardóttir .

Leikurin verður spældur hesar dagar:

Mánakvøldið 11. mai kl 20:00 frumroynd fyri foreldrum, systkjum, abbum og ommum.

Mikukvøldið 13. mai kl 20:00

Fríggjakvøldið 15. mai kl 20:00

Leygardagin 16. mai kl. 16:00 og kl. 20:00

Sunnudagin 17. mai kl. 20:00

Mánadagin 18. mai kl. 20:00 .