Pia Tafdrup í Føroyum

Virðislønti danski høvundurin, Pia Tafdrup, er í Føroyum hesar dagarnar, har hon skal halda fyrilestrar og lesa upp úr verkum sínum

Við sær á vitjanini í Føroyum hevur Pia Tafdrup hjúnarfelagan, Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøðing, ið eisini fer at halda nakrar fyrilestrar.

Í dag klokkan 13 verður høvi at hoyra Pia Tafdrup á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, har hon fer at greiða frá ritverki sínum og lesa upp úr úrvalssavninum ?Springet over skyggen?, ið kom út í 2006.

Í morgin klokkan 13 fer Bo Hakon Jørgensen at halda fyrilestur um danska yrkjaran Per Højholt. Hesin fyrlesturin verður eisini á Føroyamálsdeildini.

Hóskvøldið klokkan 20 verður tiltak við upplestri fyri limum í Rithøvundafelagnum á Tjópalli Føroya. Tey, ið fara at lesa upp, eru: Guðrið Helmsdal, Heðin M. Klein, Oddfríður M. Rasmussen, Carl Jóhan Jensen, Jóanes Nielsen og Pia Tafdrup.

Seinasta tiltakið í sambandi við vitjanina hjá Pia Tafdrup verður bókmentaligur seinnapartur í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 13, har Pia Tafdrup fer at lesa upp úr savninum ?Tarkovskijs heste? og greiða frá. Eisini fer Bo Hakon Jørgensen, at halda fyrilestur um danska rithøvundin Karen Blixen.