Tvey av teimum meðalstóru oljufeløgunum í heiminum, tað amerikanska Phillips Petroleum og tað franska ELF, hava gjørt av at skipa ein bólk saman á føroyskum øki.
Hetta upplýsir Richard Mott, kanningarstjóri hjá Phillips í Bretlandi, Írlandi og Miðeystri fyri Tíðindablaðnum Sosialinum. Saman við átta øðrum umboðum fyri Phillips Petroleum hevur hann verið á arbeiðsvitjan í Føroyum.
Endamálið við ferðini hevur fyrst og fremst verið at kunna føroysku oljufyrisitingini um úrslitið av kanningararbeiðinum hjá felagnum. Fundur var við umboð fyri oljuumsitingina og Jarðfrøðissavnið allan hósdagin.
Tvey av Phillipsfólkunum hava verið á fundi í GEM, sum hevur hildið seminar í Havn í vikuni. Hetta um umhvørvissamar-beiðið millum oljufeløg og føroyskar stovnar.
Richard Mott dylur ikki fyri, at hann og starvsfólk í Phillips sum heild eru sera væl nøgd við avgerðina at taka upp samstarv við franska oljufelagið ELF.
-Vit hava í ELF fingið ein seriøsan, professionellan og ikki minst tøkniliga sera kompetentan partnara og síggja vit fram til eitt fruktagott og gevandi samstarv á føroyskum øki.
Phillips Petroleum hevur leingi hugt eftir einum samstarvspartnara í sambandi við eina komandi lisensrundu á føroyskum øki.
Jacob Rugland, umboðsmaður hjá Phillips í Føroyum sigur við Sosialin, at avgerðin at skipa bólk saman við ELF eigur ikki at koma sum nøkur sensatión, tí hesi bæði feløgini hava traditión fyri samarbeiði, eitt nú í Írlandi og í Norðsjónum. Í Norðsjónum hava feløgini verið gamlir kenningar í mong ár á Ekofisk-feltinum.
Nú fleiri av hinum bólkunum, sum arbeiða við Føroyum, hava 3 og eisini 4 feløg við, spurdu vit Richard Vernon, sum er altjóða talsmaður hjá Phillips, um tað er sannlíkt, at teir kanska fara at fáa eitt ella tvey feløg aftrat við í bólkin:
-Tað er ilt at siga nú. Vit hava eygu og oyru opin og er tað eitt felag, sum hevur somu strategi og ætlanir sum vit og sum kann koma við nøkrum ítøkiligum íkasti, sum kann gagna bólkinum, so eru vit opnir fyri tí.
Sær lovandi út
James Blankenship stendur á odda fyri kanningunum hjá Phillips á føroyskum øki og á Atlantsmótinum sum heild.
Saman við Richard Mott og nøkrum av jarðfrøðingum og geofysikarunum hjá felagnum legði hann hósdagin áhugaverd kort og tilfar fram fyri Oljufyrisitingina.
-Vit hava arbeitt við hesum í skjótt trý ár, og hóast tað enn er nógv arbeiði, sum skal gerast, áðrenn vit kunnu seta borin í føroysku undirgrundina, so meta vit, at vit hava eina rúgvu av áhugaverdum upplýsingum.
Hann vísir á, at teir hava keypt góða helvt av tí seismiska tilfarinum, sum Western hevur skotið við Føroyar. Harumframt hava teir ognað sær rúgvu av øðrum tilfari so sum geomagnetiskum, geokemiskum oø. kanningum. Phillips hevur við hesum bygt upp ein databasa, sum goymir eina sera virðismikla vitan um Føroyaøkið umframt Hvíta økið og bretskt øki eisini.
Hetta er tilfar, sum føroyskir myndugleikar eisini fáa.
Richard Mott frá Phillips leggur so stóran dent á kanningarnar við Føroyar, at hann viðgongur, at Føroyar og Atlantsmótið sum heild standa ovast á listanum hjá Phillips fyri nýggjum kanningum kring alla verðina. Phillips hevur leiting í gongd í 17 londum, av av teimum eru serliga trý øki, sum hava fyrsta prioritet. Teirra millum eru Føroyar.
-Tá vit vóru í Føroyum fyri hálvum øðrum ári síðani, søgdu vit, at vit vóru komin fyri at lurta. Tað hava vit gjørt og halda okkum í dag at hava fingið eitt gott samstarv við føroyingar, sum vónandi kann mennast og gerast til fyrimun fyri báðar partar í longdini. Við hesum sipar hann til eina komandi kanningar- uppbyggingar og framleiðslufasu.
Hann dylur ikki fyri, at Phillips eins og onnur oljufeløg eru sera spent um, hvat føroyskir myndugleikar nú fara at fyritaka sær eitt nú í sambandi við treytunum í tí fyrstu lisensrunduni. Hóast Phillips ikki fer at rýma úr Føroyum, um l. lisensrundan ikki verður sum ætlað, so vónar Richard Mott tó, at ein útbjóðing kann fara fram í 98, soleiðis at teir kunnu arbeiða miðvíst víðari við sínum kanningum, uttan at steðgur skal koma í.
Men hvat siga so kanningarúrslitini hjá Phillips higartil!
-Hetta er sjálvandi nakað, sum tykkara fólk á oljufyrisitingini hava fingið at vita, men vit kunnu ikki koma fram við teimum alment, tí tá fáa okkara kappingarneytar ágóðan av tí. Richard Mott sigur tó, at tað sær sera lovandi út. Eitt nú hevur Phillips fingið nøkur sera positiv úrslit frá seismiskum kanningum í Rock All Trough, sum er stóra økið millum Írland og Føroyar. Har hevur tað eydnast teimum at síggja niður gjøgnum basaltið. Nú verður so roynt at brúka teknikkin haðani á føroyskum øki.
Enn er tó langt á mál hvat viðvíkur at loysa tann gordiska knútin í oljuleiting við Føroyar, sum er at síggja niður gjøgnum tjúkku basaltfláirnar.
Phillips arbeiðir so eisini við at kanna grót á landi í Føroyum. Í hesum døgum eru tríggir jarðfrøðingar og geofysikarar hjá felagnum í Suðuroynni, har teir savna saman kol, grót og annað tilfar. Endamálið við hesum kanningum, sum eisini verða at fara fram á sera framkomnu rannsóknarstovuni í Bartlesville í Oklahoma, er at gera sær eina fatan av, hvussu undirgrundin man síggja út longur eystur og suður vit koma úr landi. Her eru m.a. kolalindirnar sera hentar, tí tær kunnu vera tekin um, at tað finst eitt nú gass í undirgrundini.
Partur av kanningunum er at samanbera grótsløg frá økinum vestan fyri Írland, vestan fyri Bretland og út fyri Miðnoreg við tey í Føroyum.
Sosialurin skilur annars, at Phillips í løtuni hevur ein rættiliga stóran bólk av serfrøðingum, sum burturav arbeiða við tí føroyska økinum.
Næstu ferð Phillips kemur til Føroya verður tað møguliga saman við partnaranum ELF. Enn er ikki avgjørt hvør verður operatørur í bólkinum, men tað er møguleiki fyri, at tað verður Phillips.