PDC heimsmeistarakapping í dart er í hesum døgum í London. Feltið er nú komið niður á tveir mans, eftir at hálvfinalurnar vóru spældar í kvøld. Í finaluni í morgin hittast Phil “The Power” Taylor og Gary Anderson.
Phil Taylor er stóra legendan í dart heiminum. Hann hevur vunnið meistarakappingina heilar 16 ferðir og hetta er 20. finalan hjá honum. Hann er blivin 54 ára gamal og sigur sjálvur, at hetta kann verða seinastu ferð, at hann klárar at spæla á so høgum stigi.
Onglendingurin vann í kvøld 6-2 á Raymond van Barneveld úr Hollandi. Phil Taylor hevur ikki spælt upp til sítt besta til hesa kappingina, men alíkavæl liggur miðal-talið hjá honum yvir 100 í øllum endaspælinum.
Bæði í áttandadeilds- og fjórðingsfinaluni var hann aftanfyri og í trupulleikum, men vann. Í kvøld var ongin slingur í valsinum. Fyri uttan eina løtu, tá tað stóð 2-2, so var Phil Taylor omaná. Tó gera viðmerkjararnir hjá Sky Sport Gary Anderson til favoritt í finaluni, tí spælið hjá Phil Taylor er so ójavnti løtuni.
44 ára gamli Gary Anderson vann á vinnaranum av kappingini í fjør, Michael van Gerwen, í hálvfinaluni. Úrslitið gjørist 6-3.
PDC finalan í dart verður í annaðkvøld.










