Tað var ein útlúgvaður, men fegin Michael Phelps, sum tók ímóti sínum áttanda gullmerki á summarleikunum í Beijing. Phelps og liðfelagarnir vunnu kappingina í 4 x 100 metrar blandaðari svimjing. Talan gjørdist aftur um heimstmet. Vinnaratíðin hjá USA var 3:29:34. Tá landsmaðurin, Mark Spitz vann 7 gullheiðursmerki í svimjing, á summarleikunum í München í 1972, tá vóru tað mong, sum høvdu á munni, at slíkt fór neyvan at henda aftur. Í Athen í 2004 var nær við, at Michael Phelps javnaði metið hjá Spitz, men hann gjørdist ov stuttur. Við OL í 2004 vann Michael Phelps 6 gull, og 2 bronsu. Fáur trúði, at Phelps fór at røkka teimum 8 gullmerkjunum, men Phelps hevur gjørt øllum til skammar, og stendur hann nú, sum aldarinnar ítróttarmaður, og kanska størsti ítróttarmaður í olympisku søguni. Mark Spitz var ikki til staðar, tá Phelps koppaði metið hjá honum, men Spitz hevur nógv góð orð og rós til tann unga landsmannin. Bæði NRK og DR vóru á einum máli um, at Phelps fer neyvan at megna at vinna 8 gull aftur. Phelps verður 27 ár, tá leikirnir verða í London, í 2012. Mamman og systrarnar hjá Phelps vóru til staðar, og vóru tær allar sera rørdar.