Petur, ið frammanundan er útbúgvin farmaceutur frá Dansk Farmaceutisk
Højskole, hevur seinastu 3 árini granskað í at vinna heilivág úr
penicillinsoppum, ið liva í harðførum og køldum økjum. Ein part av tíðini
hevur hann granskað á universitetinum í Christchurch í New Zealandi.
Úrslitið av granskingini varð framlagt á enskum. Dentur var lagdur á, at
tann mest framkomna teldutøknin er nýtt í arbeiðinum, víst varð á, at við
hesi tøknini ber til óvanliga skjótt at finna tey ávísu evnini at nýta í
heilivági.
Ein opponentur var frá universitetinum í IOWA og ein frá medisinalfyritøkuni Novo Nordisk.
Í sambandi við hesa gransking eru 6 vísindaligar greinar góðkendar í altjóða
tíðarritum.
Petur er úr Tórshavn, er 30 ára gamal, og býr í Keypmannahavn.