pH 5,5

Rannvá Jacobsen - sang
Guðrið Hansen - sang og kassagittar
Halltóra Henriksen - ljómborð
Heðin Ziska Davidsen - el-gittar
Niels Jákup í Jógvansstovu - bass
Brandur Jacobsen - trumuur

pH 5,5 er ein nýggjur bólkur, um varð stovnaður í desember mánaði í fjør. Hóast onkrir av tónleikarunum í bólkinum hava drúgvar royndir í føroyskum tónleiki, so er talan um eina nýggja samanseting av tónleikarum.
Teir tríggir tónleikararnir, sum leggja botnin í bólkinum, hava allir spælt í øðrum bólkum. Heðin Ziska Davidsen er millum fremstu gittarspælararnar her á landi, og Brandur Jacobsen er dugnaligur trummuspælari, sum hevur givið fløgur út sjálvur. Niels Jákup í Jógvansstovu hevur áður roynt seg sum basspælari í Prixnum.
Afturat teimum eru tríggjar kvnnur við í bólkinum. Rannvá Jacobsen og Guðrið Hansen syngja, meðan Halltóra Henriksen spælir ljómborð.
Teir spæla tíonleik, sum hevur fingið íblástur frá reggae, fólkatónleiki, blues, jazzi og eisini meira hørðum rocktónleiki.
Rannvá og Guðrið hava skrivað orð og løg, meðan øll í bólkinum hava verið við til at leggja tónleikin til rættis.