Nú hava vit líkasum vænt okkum við at flestu bilmerkini hava upplyftar stationcar í síni vøruskrá, sonevndar SUV, sum í nógvum førum eru sera væl útgjørdir. Bilar sum t.d Volvo XC90, BMW X5 og VW Touareg. Fransmenninir hava higartil ikki havt ein slíkan í síni skrá, men gongst sum ætlað koma PSA (Peugeot / Citroën) við einum SUV í 2007.
Avtalað er gjørd millum PSA og Mitsubishi Motor í Japan um samstarv um ein SUV, ið skal byggjast yvir sama plattform sum ein nýggjur Mitsubishi Outlander, ið júst nú er komin á marknaðin í Japan.
Ikki er almannakunngjørt enn, hvussu bilarnir koma at eita, men ein møguleiki er at Peugeot bilurin kemur at eita 7007 og Citroën útgávan C7. Ein og flestu SUV verður talan um framkomnar 4-hjólsdrivnar bilar.