Peugeot 607 HDI ? luksusbilur við tí minst dálkandi dieselmotorinum

Tá nýggjasti Peugeot 607 alment varð sýndur fram á bilaframsýningini í Frankfurt í fjør, sást at designið var avbera snøgt.

 

Magnus Gunnarsson


Tá nýggjasti Peugeot 607 alment varð sýndur fram á bilaframsýningini í Frankfurt í fjør, sást at designið var avbera snøgt. Nú vit hava bilin her, má ásannast at hann fult út varð sum vit væntaðu í allar mátar.

Stórur, ljóðleysur og rúmligur

Peugeot 607 er sin stórur, snøggur og rúmligur bilur, ið er ein sonn fragd at koyra. Hann er so ljóðleysur, at tey, sum sita aftan og framman, lættliga kunnu tosa saman, hóast koyrt verður við nógvari ferð. Aircondition skipanin kann regulerast, soleiðis at hitin í kabinuni ikki nýtist at vera líka hjá bilføraranum og síðumanninum. Fyri at tryggja støðugan hita í kabinuni, mátar skipanin ferðina á bilinum saman við sólarljósinum, soleiðis at bilurin í brennandi sól kann koyra inn í eitt berghol, uttan at hitin broytist.

Minst møgulig dálking

Møguleiki er at velja ímillum tríggjar motorar, ein 2.2 litur bensinmotor við 160 hk, ein 3.0 litur V6 við 210 hk, og tann nógv umtalaða 2.2 litur HDI (High Density Injection) common rail dieselmotorin við 136 hk. Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein HDI, við tí nýggja framkomna filtrinum, ið við eini eyka forbrenning reinsar teir smáu sótmolarnar burtur, og dálkingin verður so lítil sum til ber. Hetta saman við elektronisku stýringini av brennievni og luftblandingini ger, at bilurin altíð kraftar mest møguligt og dálkar minst møguligt.

Tiptronic

Bilurin, vit royndarkoyrdu, hevði Triptronic gearkassa, har til ber at koyra við automatgearum ella at skifta sjálvur við at koyra undir gearstongina fyri at skifta millum hægri ella lægri gear. Bilurin er sera væl útgjørdur og hevur alt, sum ein kann vænta av einum bili í hesum klassanum. Listin yvir útgerð er so víðfevndur, at vit ikki kunnu nevna alt her. Har er til dømis dekktrýstsensorar, airbag framman, síðuairbag og síðugardinur til at verja høvdið í einum síðusamanstoyti, blunkljósini tendra við eina sera harða uppbremsing, regnsensorar til viskararnar og fartpilotur.

Prísir frá kr. 289.000,-

Standardprísurin á 607 HDI útgávunu er kr. 370.000,-. Men ein 607 fæst við 2,2 litrar bensinmotori, ið kostar frá kr. 289.000,- við næstan somu útgerð sum HDI útgávan. Peugeot 607 verður framleiddur eftir ein nýggjari skipan, ið gevur kundanum møguleika fyri at fáa bilin uppbygdan eftir egnum ynski.



Peugeot 607 2.2 HDI


Motorurin: 4 syl. 2,2 litur HDI 16V 136 hk turbodiesel við common rail innspræning


0-100 km/t: 12,1 sek.


Oljunýtsla: 13,9 km/l


Dekkstødd: 225/50-17


Stødd og vekt:

Longd 4,87 m

Breidd 1,83 m

Hædd 1,45 m

Eginvekt 1525 kg

Totalvekt 2125 kg


Prísur: kr. 405.000,-

við Tiptronic og 17? alufelgum


Søluumboð :

P/F Meinhardt Arge

v/Oyggjarvegin

FO-100 Tórshavn

Tlf. 316161