Peugeot 308 SW

SW útgávan av Peugeot 308 er bilurin til tey, ið hava brúk fyri meira plássi enn í einum vanligum hatchback. Peugeot 308 SW er liðiliga innrættaður og fæst við upp til 7 sitiplássum

Peugeot 308, sum kom á marknaðin í fjør sum hatchback, er nú eisini komin sum stationcar og sum SW. Peugeot 308 SW er ein stationcar útgáva við panorama-glastaki og møguleika til tvey eykasetur aftast.


Peugeot 308 SW er ein eyðkendur Peugeot við stórum opnum kølaragittari og stórum Peugeot-logo mitt framman.


Koyrieginleikar og komfortur eru sum á fronskum bilum, tá teir eru best. Lættur at koyra og merkist sum ein munandi størri bilur, hvat undirvogni og fjaðraskipan viðvíkur.


308 SW er bygdur yvir sama plattform sum hatchback útgávan, men hesin hevur longri aksilfrástøðu og er 22 cm longri. Viðførisrúmið er 674 litrar, og við at leggja

baksetrini niður verður vørurúmið umleið 2.000 litrar.


Átta ymiskir motorar


Til Peugeot 308 er ein breið motorskrá, sum umfatar fimm bensin- og tríggjar dieselmotorar, sum allir eru umhvørvisvinarligir og økonomiskir. Benzinmotorarnir eru hesir: 1,4 við 95 hk, 1,6 við 120 hk, 1,6 við 150 hk, 1,6 við 140 hk (automatgir), og 1,6 við 174 hk. HDi dieselmotorarnir eru: 1,6 HDi við 90 hk, 1,6 HDi við 109 hk, og 2,0 HDi við 136 hk.


Standard útgerðin umfatar allar tær vanligu trygdarskipanirnar sum t.d. ABS, ESP, EBD og EBA (neyðbremsuskipan), umframt at bilurin fæst við nógvari aðrari útgerð.

Sum standard hevur Peugeot 308 SW sjey airbag, tveir framman, tveir í síðunum, gardinairbag í báðum síðum og knæairbag.


Peugeot 308 SW fæst í útgávunum Comfort Plus, Premium, GT Turbo og Griffe.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Auto Service undir Krákugjógv. Prísirnir byrja við 214.000 krónum.



_______________________________________________________________


Peugeot 308 SW 1,6 HDi


Motorurin 1,6 litra HDi (diesel) við 109 hk


O-100 km/t 12,5 sek (6-gir)


Botntrekk 240 Nm við 1.750 snún/min


CO2 Útlát 134 g/km


Oljunýtsla 19,6 km/l (blandað koyring)


Stødd og vekt

Longd 450,0 m

Breidd 181,5 m

Hædd 156,0 m

Eginvekt 1.613 kg

Viðførisrúm 674 litrar


Prísur kr. 280.000,- (Premium)


Søluumboð Auto Service

Undir Krákugjógv

FO-110 Tórshavn

Tel: 34 54 00

www.autoservice.fo