Ein av mest spennandi nýggjheitunum á bilaframsýningini í Geneve í vár, var Peugeot 307. Bilurin, sum avloysir Peugeot 306, setur heilt nýggjan standard fyri klassan
Peugeot 307 er ein bilur í sonevnda Golf klassanum. Bilurin er sera vælgjørdur, rúmligur og sigst at vera størstur í sínum klassa. Innan er eisini gjørt nógv burturúr, við góðum tilfari, stórum og góðum setrum, sum annars bert eru at finna í dýrari bilum. Sera gott pláss er innan, høgt til loftið, eins og í einum MPV. Koyrieginleikarnir eru á høgum støði. Undirvognurin er ein heilt nýggj konstruktión, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum. Hjólini eru 15", og bilurin er stúttur og liggur sera væl á vegnum.
Trygdin í hásætið
Nógv er gjørt burturúr trygdini á Peugeot 307. Hann hevur til dømis 4 airbag, og gardinairbag í síðunum til at verja høvdið við ein síðusamanstoyt. Fýra skivubremsur við elektroniskum bremsudeilara og nýggju Emergency Brake Assistant skipanini, sum tryggjar at bilurin altíð bremsar skjótast møguligt. Eisini hevur hann aktivt førarasetur við aktivum nakkastúttum, sum minka um vandan fyri koyrilsbresti, »piskesmæld«. Karossarí konstruktiónin á 307 er styrkt á øllum útsettum støðum.
Fýra útgávur
Fýra útgávur eru at velja ímillum, XR, XS, SE og HDI. XR útgávan hevur 1.6 litur motor við 110 hk. XS og SE hava 2.0 litur motor við 138 hk, har XS er tann sportliga útgávan, meðan SE er luksusbilurin sum fæst við leðursetrum og aðrari útgerð. Seinast er 2.0 HDI við 90 hk, sum er nýggjasti turbodiesel motorurin hjá Peugeot, ið kraftar væl og dálkar sera lítið.
Opið hús leygardagin
Í sambandi við at Peugeot 307 er komin til landið, verður opið hús leygardagin 2. juni hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin, frá kl.10.00 til 14.00, har høvi verður at síggja og royna bilarnar, bæði við bensin- og dieselmotorum.
Peugeot 307 HDi 5/h
Motorurin 4 syl. 2.0 litur 90 hk
turbodiesel v.common-rail
0-100 km/t 13.0 sek
Oljunýtsla 19.2 km/l
Dekkstødd 195/65 - 15
Stødd og vekt
Longd 420,2 cm
Breidd 174,6 cm
Hædd 151,0 cm
Eginvekt 1250 kg
Totalvekt 1750 kg
Viðførisrúm 420 litrar
Prísur kr. 189.000,- v/aircondition
XR 1.6 prísir frá kr.163.000,-
Søluumboð P/F Meinhardt Arge
v.Oggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 316161










