Tað er nú nakað síðan Peugeot 106, sum tann minsti Peugeot, gekk út, og bíðað hevur verið eftir einum aloysara. Men nú er so avloysarin, Peugeot 107, komin á marknaðin. Bilurin verður gjørdir sum ein felags verkætlan saman við Toyota Aygo og Citroën C1 á eini verksmiðjuni í Kolin, 60 km uttan fyri kekkiska høvuðsstaðin Prag.
Hóast bilarnir verða gjørdir á sama samlibandi, eru teir ikki heilt eins at síggja til, men hava teir hvør sín egna identitet. Tað sum skilir teir at er t.d. útsjóndin framman og aftan og tey ymisku búmerkini hjá hvørjum bilmerki sær. Í kabinuni er tað bert rattið, ið skilir teir at.
Peugeot 107 fæst í tveimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Urban og Trendy. Bilurin er væl innrættaður og fæst við bæði 3 og 5 hurðum. Viðførisrúmið er 139 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verður tað 750 litrar.
Tveir motorar eru at velja ímillum: ein 1.0 litur bensinmotorur við 68 hk, og ein 1,4 litur diesel við 54 hk. Bensinmotorurin koyrir heilar 21,7 km/l í meðal, og er hann ein tann mest økonomiski bensindrivni bilurin á marknaðinum. Motorurin vigar einans 67 kg, og er hann heimsins lættasti í sínum klassa. Dieselmotorurin er bæði umhvørvisvinarligur og økonomiskur, hann koyrir 24,4 km/l.
Lættur at umgangast
Peugeot 107 er sera væl egnaður til býarkoyring. Elektromekaniska servostýringin ger, at bilurin er lættur at umgangast og at koma runt við í tættari ferðslu og at parkera.
Bilurin fekk fýra stjørnur í EuroNcap krasj-testunum, ið má metast sum sera gott í hesum klassanum. Hetta kemst m.a. av at bilurin framman verjir fótgangararnar væl í einum samanstoyti, og av MICS (Minimal Instrusion Cabin System), ið er ein sterk karossaríkonstruktión, sum leiðir orkuna frá einum samanstoyti uttan um sjálva kabinuna.
Peugeot 107 kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við kr. 118.000,-