Petur vann fyrstu kappingina

Hol er nú sett á kappingarnar í darti. Fyrsta kappingin fyri einstaklingar og pør hevur verið

 

Dartárið er nú byrjað aftur og um vikuskifti skipaði Dartsambandið fyri fyrstu einstaklingakappingini. Undirtøkan var rímulig, í einmansleiki luttóku 19 leikarar og í tvímansleiki vøru 10 pør.

Tað sást týðuliga, at summir leikarar høvdu vant regluliga alt summarið, meðan aðrir helst nýliga høvdu tikið pílarnar av hillini.

Dartsambandið hevur leigað eitt hølið í B36-húsinum fyri veturin. Har verða allar kappingarnar hildnar, umframt at allir áhugaðir dartspælarar hava møguleika at venja har týskvøld og hóskvøld.

Tað vóru serliga tveir mans, sum vóru stabilir gjøgnum alla kappingina í einmansleiki, Alvin Egholm og Petur Grønagarð, og teir leiktu seg eisini fram til finaluna. Petur vann í hálvfinaluni uttan trupuleikar 5-1 á Jens Albert Simonsen. Í hinari hálvfinaluni leikti Alvin móti Poul Poulsen. Poul legði seg á odda 4-1 og alt sá út til at vera avgjørt; men Alvin gav ikki upp og megnaði at vinna 4 sett á rað og harvið vann Alvin dystin 5-4.

Finalan endaði við 6-2 sigri til Petur Grønagarð. Alvin megnaði at fylgja Peturi til 2-2, men so misti hann stevið og vann einki sett aftrat.


Tvímansleikurin

Í tvímansleiki hava serliga tvey pør gjørt um seg seinastu árini: Poul Poulsen/Henrik Pedersen og Alvin Egholm/Sune Rasmussen.

Sune er farin til skips, og tí spældi Alvin saman við fyrrverandi makkaranum, Flemming Hansen. Alvin og Flemming funnu skjótt stevið, og teir leiktu seg fram til hálvfinaluna uttan at tapa nakran dyst. Har vunnu teir eisini uttan serligar trupuleikar 5-2 ímóti Petur Grønagarð og Henning Thomsen.

Poul Poulsen og Henrik Pedersen høvdu heldur ongar trupuleikar við at spæla seg fram til hálvfinaluna. Og í hálvfinaluni vunnu teir 5-1 ímóti Jens Petur Poulsen og Jens Albert Simonsen. Hetta var ein illa leiktur dystur, har bert Henrik megnaði at vísa nakað serligt spæl.

Tað bleiv ongantíð til tann heilt stóra spenningin í finaluni. Alvin og Flemming vóru klárt betri, og vunnu finaluna lættliga 6-1.

Allir vinnararnir fingu heiðursmerki og steyp frá Balslev og vunnu sær samstundis tey fyrstu stigini til styrkilistan. Styrkilistin og úrslit annars eru at síggja á tekstvarpsíðu 230.