Petur tók dýran til um tapið hjá H71

(Ljóðsamrøða frá Rás2) H71-venjarin brúkti sterkar lýsingar, tá hann umrøddi tapið ímóti H71

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Petur Mittún, venjara hjá H71 aftaná 17-19 tapið hjá H71 ímóti VÍF norðuri í Vestmanna.

 

Petur staðfestir, at H71 hevur fingið ein fyribils niðurtúr við bert einum stigi í trimum teimum seinastu dystunum. Hann tekur dýran til, tá hann skal mála vónbrotið um tapið í Vestmanna í kvøld, men hann slær fast, at hann er nøgdur við avrikið hansara spælarar løgdu fyri dagin.

 

Petur iðrar seg eisini um, at hansara spælarar høvdu møguleikar at koma uppá javnt, og fara framum í dystinum, men tað eydnaðist ongantíð. 

 

Støðan í FTZ deildini =

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71153923177525
2VÍF154023831920
3KÍF143453153017
4Kyndil154003722817
5StÍF15392390213
6Neistin14325341-1610
7Team Klaksvík14320458-1380