Petur Knudsen fekk eitt lítið korter á vøllinum tá lið hansara, Lyngby í dysti á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tapti 1-2 fyri AC Horsens, ið hevur gamla HB-venjaran, Jens Berthel Askou sum høvuðsvenjara.
Støðan var 2-1 til AC Horsens tá Petur kom á vøllin í 78. minutti. AC Horsens legði seg á odda tá ein tími var farin. Seks minuttir seinni javnaði Magnus Kaastrup til 1-1, men bert átta minuttir seinni skoraði AC Horsens sigursmálið.
Helsingør er oddalið í endaspælinum um uppflyting í næstbestu deildini við 51 stigum. Lyngby og AC Horsens hava 47 stig hvør.
Komandi fríggjakvøld spælir Lyngby móti Fredericia á útivølli.











