Petur Slyne livir enn

So er fyrsta kvøldið á Voxbotn farið afturum. Og fólkið fekk tað, sum tey komu eftir. Lagt varð upp til eina veitslu, nú Voxbotn er fyri 10. ferð, har fleiri av nøvnunum høvdu verið fyrr.

Tað er ymsikt sum fólk halda um at taka somu nøvn umaftur, men til Føroya størtu veitlsu riggar tað væl. Og teir útlendsku gestirnir vóru væl upplagdir. Spæligleðin í topp, og ein kann siga, at sjálvdan hevur Sanne Salmonsen havt eina so góða framførslu við sera vælspælandi tónleikarum.

 

John Martin og Michel Zitron eru meistarar at skapa eina góða konsert. Teir fingu eins og seinast allan Vágsbotn at hoppa og dansa við. Og tað vísir seg, at áhoyararnir kenna væl sangir teirra og tað nýggja teir komu við bleiv eisini væl móttikið.

 

##med2##

 

Og tað var ikki sørt rørandi, tá ið teir heiðraðu ein av stovnaðarinum av Voxbotntiltakinum. Peturi Slyne, hetta fekk ein at hugsa um ein fantastiskan fýr. Sum fór hiðani alt ov tíðliga frá okkum. Sjálvt um hann ikki er her saman við okkum, so livur hann enn. 

 

Teir føroyksku bólkanar stóðu seg sum altíð væl. Marius í einari minni útgávu riggaði væl. Har var tað serliga Magnus Johannesen, sum fekk víst sínar dygdir á klaverinum. Fleiri og fleiri elska Signar í Homrum, tá ið hann er á pallinum, so er tað sum regul ein syngið við konsert, og tað megnaði hann aftur hesaferð.

 

Vit mugu hava meira av Swangah, tað bleiv skrúvað for frá, og teir provokerandi havnarmennir fýrdu sítt lort av. Kritikkurin í tónleikinum er vekk, alt er blivið so sukursøtt. Tí mugu vit hava meira av Swangah. 

 

Fyrsti dagurin var heilt væl eydnaður. Og Voxbotn livdi upp til at verða Føroya størsta fest.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##