Petur Skeel: Ælingur og sólglottar í dag

Lýggja veðrið heldur sær næstu dagarnar. Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlhaúsinum sigur, at vit í dag kunnu vænta andvøsgul upp í ein strúk á útsynningi og æling. Men vit fáa eisini sólglottar

Lýggja veðrið heldur sær næstu dagarnar. Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlhaúsinum sigur, at vit í dag kunnu vænta andvøsgul  upp í ein strúk á útsynningi og æling. Men vit fáa eisini sólglottar, og hitin verður millum 6 og 9 stig.

 

Í morgin verður eitt sindur meira av vindi, stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, um kvøldið minni vindur av útnyrðingi. Tá verða eisini sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin í morgin verður millum 3 og 6 stig.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini við Petur Skeel Jacobsen.