Petur Sigurd Rasmussen 70 ár

Í dag, 25. november, fyllir Petur Sigurd Rasmussen í Hoyvík 70 ár. Petur Sigurd er havnarmaður, sonur Tomasiu Hentze av Sandi og Petur F. Rasmussen úr Havn.

Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og var lærari í Fuglafirði frá 1958-61.
Síðan 1961 hevur hann verið lærari í Havn, í Tórshavnar Kommunuskúla og á Føroya Millum- og Realskúla. Hann var varaskúlastjóri frá 1966 til 1997, tá hann fór úr starvi.
Síðan hann fór úr starvi hevur fleiri ferðir verið boð eftir honum sum vikarur á ymiskum skúlum. Hann hevur t.d. verið lærari í Leirvík, á Oyrabakka og á Argjum. Hann hevur tikið ymisk skeið innan sítt yrki, t.d. var hann á árskeiði hjá Danmarks Lærer Højskole frá 1970-72 og í Onglandi í 1980-81, tá hann gekk á University of Newcastle. Hann var ítróttarlærari á Studentaskúlanum og á Føroya Læraraskúla í 60-unum.

Petur Sigurd fekst í síni tíð nógv við ítrótt. Hann var HBari og Kyndlamaður. Frá 1953 og til og við 1964 vardi hann mest sum alla tíðina málið á besta HB liðnum, og hann spældi fimm fótbóltslandsdystir. Tá var longri millum fótbóltslandsdystirnar, enn tað hevur verið tey seinnu árini. Petur Sigurd var fyrstu ferð á landsliðnum í 1961 og síðstu ferð í 1964. Hann spældi hondbólt í Neistanum 1951?1955, og í Kyndli 1957?58 og 1960?1975. Harafturat spældi hann hondbólt í SÍF 1955?1956 og í ÍF í 1959. Petur Sigurð spældi fýra hondbóltslandsdystir í sekstiárunum.
Eisini uttanfyri vallirnar hevur Petur Sigurd verið aktivur í ítrótti. Hann var formaður í ÍF, Ítróttarfelag Fuglafjarðar, 1959?60 og í Kyndli 1965?1966. Í 1962 og í 1963 var hann stjórnarlimur í ÍSF.
Frammanundan at Kyndil varð stovnað, var hann nevndarlimur í Neistanum (1953?1964), og hann var nevndarlimur í HB 1957?1958.
1974?1975 og 1979?1980 var hann landsliðsvenjari í hondbólti hjá monnunum. Í 1976 var hann venjari, tá ið NSÍ fyrstu ferð royndi seg í 1. deild í fótbólti, og hann var venjari hjá VÍF monnunum í mong ár í tíðarskeiðnum 1975?87, umframt at hann eisini onkur ár var ungdómsvenjari í HB.

At Petur Sigurdi dámar væl urtagarðsarbeiði, er vakri havin hjá teimum í Hoyvík eitt gott dømi um. Hann er eisini ein virkin bridgespælari og dámar væl at dansa.

Petur Sigurd er giftur við Lenu, f. Jacobsen, úr Fuglafirði, tey eiga tríggjar døtur: Turið, og Eyð og Unn, sum eru tvíburar.