Petur Seloy, brandmeistari: Kundi verið verri

? Um eldurin hevði verið inni í tunnlinum, er ringt at ímynda sær, hvat vit høvdu kunnað gjørt, sigur Petur Seloy, brandmeistari. Ongin útgerð er til eldsløkking í tunnlunum, og tí kundi skaðin verið nógv størri um bussurin brendi inni í sjálvum tunnlinum

Trygd og tunnlar


Eldurin í liðbussinum hjá Bygdaleiðum nýggjársaftan hevur rør uppundir eitt upplagt orðaskifti: Er trygdin í tunnlunum í Føroyum nóg góð?

Petur Seloy, sum er brandmeistari, sigur, at í Føroyum hava vit onga greiða linju yvir tunnlarnar, og at ein vanlukka sum henda varð væntandi.

? Vit hava arbeitt við einum uppskotið til betri trygd í tunnlum nú í eini trý ár, sigur Petur Seloy.

? Hetta uppskot varð tó ikki liðugt fyrr enn nú beint fyri jól. Men tað vísir seg, at tað er ofta langt frá hugsan til handling. Ongi úrslit eru komin burturúr enn, og tað er eisini ringt at siga, hvør tað er, sum eigur at taka avgerðirnar um, hvat tað er, ið skal gerast.

Trygdarútgerð

Í teimum føroysku tunnlunum er ongin trygdarútgerð. Petur Seloy sigur, at um eldurin hevði verið inni í tunnlinum, so er ringt at ímynda sær, at brandmenninir yvirhøvur høvdu kunnað gjørt nakað.

? Onki vatn er í tunnlunum, og heldur ongin onnur trygdarútgeð sum heild, greiðir Petur Seloy frá.

? Tá ið okkara brandmenn fara inn í tunnilin missa vit eisini radio- og telefonsambandið, so vit fáa ikki tosa saman. Tað sum vantar er trygdarútgerð, sum til dømis neyðtelefonir, vatn, ventilatiónsskipan, neyðútgongdir, bummar, sum fara niður tá ov nógvur roykur er í tunnlinum og líknandi. Alt hetta skuldi verið gjørt tá tunnlarnir av fyrstan tíð vóru bygdir, men slíkt er tikið burtur vegna ov lítið av peningi, og trygdareftirlitið, sum hevur verið tikið í er, hvussu nógvir bilar koyra gjøgnum tunnlarnar í miðal um dagin.

Ábyrgdin ikki hjá kommunum

Tunnlarnir liggja undir Landsverkfrøðinginum, men tað tykist hóast alt, at teir eru eitt slag av ongamannalandi. Kommunurnar hava ikki pening ella orku til, at serútgera seg innan tunnlarnar, og tað hevði eisini verið órættvíst, um til dømis Kvívíkar Kommuna skuldi goldið fyri allar útreiðslurnar bæði av Undirsjóvartunnlinum og Leynatunnlinum. Hetta skuldi verið eitt landsuppgáva, har myndugleikarnir taka ábyrgdina og seta krøvini.

Brandlógin sigur, at Landets Brandinspektion kann fara inn og stilla krøv til Landsverkfrøðingin um, at trygdin í tunnlunum skal betrast. Men tá Landets Brandinspektion liggur, sum ein deild undir Landsverkfrøðinginum, ger tað ikki altíð so lætt at seta krøv til egnan stjóra.

Serútbúgvið fólk

Fyri at fáa eina so góða trygd sum møguligt, er brúk fyri at hava serútbúgvið fólk at sløkkja eldar í tunnlum. Men í Føroyum eru ongi fólk, sum eru serútbúgvin til hetta endamálið.

? Hetta er eisini ætlanin at fáa, sigur Petur Seloy. ? Ætlanin er at útbúgva fólk, sum so kunnu gera eitt samlað útkall, og síðani eisini kunnu fara út og læra onnur um hetta.