Petur Reinert: Tað gekk væl

Petur Reinert dømdi dystin millum Litava og Lettland í kvøld

Altjóða, føroyski fótbóltsdómarin, Petur Reinert dømdi saman við sínum hjálpardómarum, Jan á Líðarenda og Regini Egholm HM-undankappingardystin millum Litava og Lettlandi, sum var spældur í litavaska høvuðsstaðunum, Vilnius.

 

Talan var um dyst í HM-undankappingarbólki G. Litava vann 2-0. Petur Reinert deildi trý gul kort út, øll til heimaliðið.

 

Petur Reinert kennir á sær, at tað gekk væl at døma dystin, og hann er fegin um avbjóðingina og upplivingina.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Petur Reinert, sum var á Rás2 fyri lítlari løtu síðani.