Petur í Perluni hóskvøldið

Bólkurin hjá Petur Háberg, Bet You Are William, verður ein av fýra bólkum, sum fara at framføra í Perluni hóskvøldið. Tað er frontfigururin í bólkinum sjálvur, ið hevur tikið stig til konsertina, sum gongur undir navninum Góðskukonsert.

 

- Tað er tíverri eitt sindur soleiðis, at um tú ynskir at spæla aðrar tíðir á árinum enn um summarið, tá ið festivalarnir eru, so mást tú sjálvur gera okkurt. So eftir eitt prát við Boga Andreasen, ið umsitur Perluna, tók eg simpulten og bookaði Perluna, sigur Petur Háberg.

 

Síðani hevur hann heitt á Guðrið Hansdóttir, Lady Fire og nýggja bólkin Lyon og fingið tey at spæla eisini.

- Eg haldi, at skráin er ordiliga góð. Guðrið Hansdóttir er júst komin aftur úr USA við fleiri nýggjum løgum, ið kunnu leggjast aftrat øllum hinum perlunum í skjáttuni. Og Lyon hoyrdi eg fyri fyrstu ferð í vikuskiftinum, og má erligt viðganga, at tað er langt síðani at eg havi verið so bergtikin av einum tónleikara.

Sjálvur spælir Petur Háberg við bæði Bet You Are William og Lady Fire, og tí fær hann illa gjørt annað, enn at tosa pent um teir báðar bólkarnar.

 

Bet You Are William hevur ikki spælt síðani á G!, og í so máta verður forkunnugt at hoyra bólkin aftur. Haraftrat fer trummusláarin av landinum í hernaðarørindum í næstum, og tí verður neyvan spart upp á krútið.

 

Góðskukonsertin verður í Perluni hóskvøldið, hon byrjar klokkan 20.00 og kostar 80 krónur.