Vága Tjóðveldisfelag hevru enn bara eitt valevni til løgtingsvalið, og tað er Petur Pólsson.
- Eg havi nøkur hjartamál. Eg vil fegin rætta upp á skúlaviðurskiftini og útbúgvingarviðurskiftini í Føroyum sum heild. Tað hevði eisini verið gott við eini listútbúgving á Fróðskaparsetrinum, sigur Petur Pólsson, sum hevur 10 ára royndir sum lærari og enn longri royndir sum listamaður.
- Og so eitt aftrat: Føroyar drukna í umsiting, og tað kundi eg hugsað mær at gjørt nakað við, sigur Petur Pólsson.










