PETUR PÓLSON
Nýggj fløga
Heiti: KOMA
Plátufelagið Tutl
Útgávudagur: 7. nov. 2005
7. november gevur Petur Pólson út fløguna »Koma«. Hetta er fyrsta solo fløgan hjá Peturi, sum fyrr hevur verið við í, og givið út saman við bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. Petur, sum er ættaður úr Gøtu og av Toftum er eisini viðurkendur sum ein av okkara fremstu yrkjarum og megnaði at vinna M. A. Jacobsens Virðisløn fyri fagrar bókmentur fyri yrkingasavn sítt »Ongin sól er til«. Umframt at fáast við tónleik og yrkingar hevur Petur dagligt yrki sum lærari.
Flestu løgini á nýggju fløguni hevur Petur skrivað saman við gamla Visible Fish partnaranum, Eileri Hansen, meðan okkurt er skrivað saman við Knúti Hábergi Eysturstein og eitt lag eigur Simon von Konoy, sum Petur tó hevur lagt til rættis av nýggjum til hesa fløguna.
Tónleikaliga er talan um eina áhugaverda samanseting av ymiskum íblástrum úr ymiskum sambandum úr ymiskum tíðarskeiðum, sum Petur hevur arbeitt- og verið við í. Talan er um rokktónleik, í støðum í ætt við bæði Clickhaze og Visible Fish, men samstundis við sterkari rót til sangskrivarar sum eitt nú Bob Dylan, Nick Cave, Leonard Cohen, Tom Waits og aðrar.
Temaini eru tey tungu og ævigu - lívið og deyðin, kærleiki og hatur, frelsa og glatan, Gud og Sátan. Løg og tekstir kunnu metast sum bersøgin og erlig.
Tónleikararnir á fløguni eru allir virknir og virdir í øðrum samansetingum: Uni Árting (200, Knút H. Eysturstein) spælir trummur, Niels Jákup í Jógvanstovu (Gestir, Marius, Knút H. Eysturstein o.fl.) spælir bass, Knút Háberg Eysturstein (Gestir, Knút Háberg Eysturstein, Tuxedo Rebels) spælir ljómborð, Bogi á Lakjuni (Visible Fish, Clickhaze, Knút Háberg Eysturstein) spælir gittar og ljómborð, Eiler Hansen (Visible Fish) spælir gittar og mandolin og Petur
Pólson (Visible Fish, Clickhaze, Tuxedo Rebels) syngur.
Hararafturat hevur Petur eisini fingið fleiri prominentar og navnframar gestir og vinir at taka lut á fløguni. Eitt nú spælir Mikael Blak (200, Clickhaze, Mold o.m.o.) bass á tveimum løgum, Niels Arge Galàn (200, Mold) syngur og spælir gittar á einum lagi, Sámal Ravnsfjall spælir munnharpu og syngur á einum lagi, Guðrið Hansen syngur á trimum løgum og Kári Sverrisson (Enekk o.m.a.) spælir gadulka og syngur á tveimum løgum.
Fløgan er tikin upp í einum kjallara í Sandavági í tíðarskeiðnum apríl - juni 2005. Bogi á Lakjuni er framleiðari og hevur eisini staðið fyri upptøkunum, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað fløguna í Fix-n-Mix í Lyngby, Dk.
Húsa og kápumyndir hava Uni Árting og Niels A. Galàn gjørt úr myndum, sum eru tiknar í Sandavági av Eileri Hansen, Peturi Pólsyni og Una Árting. Uni hevur eisini sniðgivið heimasíðuna
www.peturpolson.com. Tað er Plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna út.
Fløgan verður í handlunum tann 7. november, men longu leygardagin 5. november verður útgávukonsert í Losjuni í Gøtu, har til ber at ogna sær fløguna. Tað er G! Music, sum skipar fyri útgávukonsertini. Les meiri um hetta á www.gmusic.fo









