– Eg fór upp ein morgunin í februar og út í køkin. Knappliga var tað, sum skramblaði jørðin undan mær, og eg datt á gólvið, sigur 44 ára gamli yrkjarin og tónleikarin Petur Pólson, sum hendan morgunin fekk ein blóðpropp í heilan.
Petur plagdi at koyra dóttur sína í skúla, og hendan morgunin í februar mánað í ár var hann ikki komin eftir henni. Hon hevði ringt á telefonina hjá pápa sínum um átta tíðina, men hann hevði ikki tikið telefonina. Síðani kom hon framvið um hálvgun nýggju tíðina, og fann pápa sín á gólvinum. Hon ringdi til abban, sum síðani ringdi eftir sjúkrabili.
– Tá bjargaði hon lívið hjá pápa sínum, sigur Petur Pólson, sum tá hetta hendi, var við at koma seg eftir heilabløðing, sum rakti hann tvey ár frammanundan.
– Tað er ein æðr í hálsinum, sum er farin. Hon gjørdi, at heilin fór á bløða, og arrvevnaður ger, at signalið frá heilanum til vinstru síðu í kroppinum ikki kemur fram. Vit eru sniðgjørd frá Skaparans hond, og heilin – siga teir klóku - finnur sjálvur veg útum arrvevnaðin, sigur Petur Pólson frá.
Les alla samrøðuna við Petur Pólson í Viskuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjadagin og sum kann keypast talgiltur her