Tað vera teir báðir, Petur Joensen og Petur Zachariasen, sum skulu royna at fáa semju í lag í sáttmálatrætuni ímillum Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag hinumegin.
Tað er avgjørt í dag.
Petur Zachariasen er lektari í hagfrøði á Fróðskaparsetrinum og Petur Joensen er stjóri á Jarðfeingi.
Lærarafelagið skrivar, at í næstu viku fara semingsmenninir at seta seg inn í samráðingargongdina og krøvini hjá pørtunum, men enn er ikki greitt, nær sjálv semingsroyndin byrjar.
Samráðingarnar ímillum partarnar slitnaðu fyri jól og tað er greitt, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar.
Fíggjarmálaráðið vil ikki vita av eini lønarhækking, men fakfeløgini hava kravt lønarhækking bæði í ár og næsta ár.
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur við Sosialin í dag, at hann væntar ikki, at semingsroyndin byrjar, fyrrenn semingsroyndin ímillum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, eru lidnar.
Tær semingsroyndirnar byrjaðu annars seinnapartin í dag.
Eisini í hesum føri standa partarnir rættiliga langt frá hvørjum øðrum, tí maskinmeistararnir hava kravt lønarhækking, men tað vil Fíggjarmálaráðið ikki og í summum førum er enntá kravt, at lønin hjá maskinmeistarunum skal lækka afturfyri at teir fáa skattalætta ígjøgnum flatskattin.
So stóri spenningurin verður um, ein ein partur í samfelagnum verður lagdur lamin í næstu ella í aðru viku av verkfalli ella verkbanni.