Petur og Lyngby eru trý stig frá bjargingini

Petur Knudsen og liðfelagarnir í Lyngby vunnu ein sera týðandi 2-1 sigur á FC Midtjylland í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku fótbóltsdeildini

Vónin um at kunna bjarga sætinum í donsku superliguni livir enn hjá Peturi Knudsen og liðfeløgunum í Lyngby.

 

Lyngby vann í dag ein sera týðandi 2-1 sigur á FC Midtjylland á heimavølli.

 

Petur Knudsen var við frá byrjan, og hann fekk 72 minuttir á vøllinum í dag.

 

Lyngby fekk eina dreymabyrjan tá bert tveir minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá Tochi Chukwuani lagt teir á odda 1-0.

 

Bert 13 minuttir seinni javnaði FC Midtjylland til 1-1.

 

Sigursmálið hjá Lyngby skoraði íslendski, Sævar Magnusson tá 32 minuttir vóru farnir. 

 

Lyngby liggur aftast við 24 stigum, men bert trý stig eru upp til AC Horsens, ið hevur 27 stig á triðaftasta plássinum. AaB er næstaftast við 26 stigum. 

 

Komandi sunnudag spælir Lyngby á útivølli móti Silkeborg. 

 

Lyngby hevur fýra dystir eftir at leika. Teir hava AaB á heimavølli 29. mai, og teir hava AC Horsens á útivølli 3. juni.