NSÍ var alla tíðina greitt omaná, og NSÍ vann 2-0. Men tað var ikki fyrrenn fyrstu løtuna eftir steðgin, at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Sebastian Dalby Wille í málinum hjá 07 Vestur.
Merkisvert var tað, at NSÍ longu í fyrsta minutti skifti málverja. Kristian Joensen, sum higartil í ár hevur verið ógvuliga stinnur, fór av vøllinum, og í hansara stað kom Tom Amos, sum er nýggjur málverji hjá NSÍ. Tom Amos er svenskari, og sambært FaroeSoccer er hann eisini ísraelskur ríkisborgari.
Tíggju minuttir eftir steðgin eydnaðist tað NSÍ at fáa hol á. Málskjútti var landsliðsspælarin Petur Knudsen, sum skoraði fyri seinni økti NSÍ um leiðsluna. Nú var tað landsliðsspælarin Petur Knudsen, sum var málskjútti. Hetta var triðja ferðin í ár, at Petur var málskjútti í bestu landskappingini.
Í sínum landskappingardysti nummar 430 í bestu deildini var tað Klæmint A. Olsen, sum tveir minuttir seinni økti um leiðsluna og harvið av álvara legði NSÍ á sigurskós. Aftur hesa ferð var tað Jann J. Benjaminsen, sum átti uppleggið.
Hetta var fyrsta málið hjá Klæminti í ár, og hetta var 266. ferðin, at hann var málskjútti í bestu deildini.
Sigurin ber við sær, at NSÍ framvegis er topplið. NSÍ hevur 13 stig, og tað eru tvey stig aftur til KÍ, sum er næstfremst.
07 Vestur er á áttanda plássi við trimum stigum.
Mánadagin um eina viku fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, og tá fær 07 Vestur vitjan av B36.
Mitt í vikuni fara bæði NSÍ og 07 Vestur at spæla í kappingini um løgmanssteypið. NSÍ fer mikudagin at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og 07 Vestur fær hósdagin vitjan av Skála.











