Petur og Klæmint eru øgiligir

Framrættaðu landsliðsspælararnir hjá NSÍ áttu avgerandi leiklut í steypasigrinum

Fyrr í dag skrivaði in.fo, at sammett við í landskappingardystinum í øðrum umfari, tá ið NSÍ tapti 2-0 í Klaksvík, so fór liðið í kvøld at vera í broyttari útgávu, og at liðið í nýggju útgávuni fór at vera stinnari, enn tað var 14. mars.

Stóri munurin millum NSÍ liðið í Klaksvík fyri einum stórum mánað síðani og NSÍ liðið í Klaksvík í kvøld var, at Petur Knudsen í kvøld var á liðnum. Tað var hann ikki í landskappingardystinum, tí hann var leikbannaður.

Vandamiklasta álopsparið í landinum eigur NSÍ. Talan er um Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen.

Í landskappingini hevur Petur Knudsen higartil skorað fýra mál, og Klæmint A. Olsen hevur skorað tvey mál. Í landskappingini er Petur Knudsen skrásettur fyri eitt upplegg, og Klæmint A. Olsen er skrásettur fyri tvey upplegg.

Í kvøld vann NSÍ 2-1 ímóti KÍ í Klaksvík í fyrsta umfari í steypakappingini. Klæmint A. Osen skoraði bæði málini, og Petur Knudsen átti uppleggið til bæði málini.

Á myndunum hevur myndamaður okkara Álvur Haraldsen fangað støðuna, tá ið dómarin, Alex Troleis, bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ. Eftir sending frá Jacob Trenskow prikaði Petur Knundsen bóltin framvið KÍ málverjanum Kristiani Joensen, sum feldi álopsspælaran, og so var brotsspark. Tá var vanliga leiktíðin farin, og lítla løtu seinni umsetti NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen brotssparkið til 2-1 sigursmálið, sum ber við sær, at NSÍ í fjórðingsfinaluni, 30. mai, skal spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.

Sunnudagin fara teir báðir framrættaðu landsliðsspælararnir hjá NSÍ saman við liðfeløgunum stutta teinin út á Svangaskarð, har teir í landskappingini skulu spæla ímóti B68.

 

Sunnudagin 25. apríl

ÍF - KÍ

B68 - NSÍ

07 Vestur – Víkingur

B36 – EB/Streymur

TB – HB