Petur og Birita eru tey bestu ungu

Ársins ungu leikarar eru úr NSÍ og KÍ.

Ársins ungu leikarar í føroyskum mans- og kvinnufótbólti eru nú kosnir á ársins-tiltakinum, sum Miðlahúsið og FSF skipa fyri á Hotel Brandan í kvøld.


Hjá monnunum er tað Petur Knudsen úr NSÍ, ið er kosin ársins ungi leikari. Hann vann heiðurin frammanfyri HB-ararnar Daniel Johansen og Samuel Chukwudi.


Í kvinnufótbólti er tað KÍ-arin Birita Ryan, ið hevur fingið heiðurin sum ársins ungi leikari. Hon var tilnevnd saman við Leu Lisberg úr EBS/Skála og Óluvu A. Joensen úr KÍ.