Petur og Benjamin við nýggjum tónleiki

Fyrsta staklagið av komandi kloyv útgávuni, Ave, hjá Benjamin og Petur Pólson, er nú komið út

Ave Benjamin & Petur Pólson: Arr 



Fyrsta staklagið av komandi kloyv útgávuni, Ave, hjá Benjamin og Petur  Pólson, er nú komið út 





͍ summar kemur út kloyv útgáva frá Benjamin og Petur Pólson. Plátan ber heitið “Ave” og er serstæk á tann hátt, at teir á LPini hava hvør sí­na síðu. Ein fløga verur eisini við í pakkanum, har Benjamin eigur fyrstu 5 løgini og Petur seinnu 5. 



Verkætlanin er tikin upp live í Studio Bunkarin, ið er nýtt studio hjá 
Benjamin og Mikael Blak, sum er í Kongsgili í Havn, í kjallaranum í­ húsunum 
há Mikael Blak. 



Íblástir av tilgongdini hjá Teiti Lassen á útgávuni Story Music, varð 
farið til verka við einum føstum bólki við Benjamin (gittar, banjo, 
mandolin, munnharmonika), Mikael Blak (bass, synthbass), Jan R. Poulsen (trummur, ásláttur) og Knút Háberg Eysturin (keyboards, kassagittar). Aðrir tónleikarar vórðu síðani uppringdir eftir tørvi, og teir komu allir við
sínum ískoyti og vóru við til at gera verkætlanina serstaka. 





Fyrsta staklagið varð frumspæt í­ sendingini Brunsj hjá Eyðfinni Jensen 
í Kringvarpinum tann 20. mai. Lagið er Arr og er tað 11. lagið  Ave, 
sum samtundis er einasta lagið, sum Benjamin og Petur framføra saman. Lagið varð upptikið eftir at tey 10 løgini vóru komin í­ kassan, og er dámurin lættur og festligur. Ringt varð eftir fólki, sterkur løgur varð tikin fram 
og lagið varð upptikið eftir midnátt, tann 18. januar. Á lagnum spæla Petur (sang), Benjamin (sang, kassagittar, munnharmoniku), Mikael (bass), Per I. Højgaard Petersen (trummur), Knút (kassagittar, kór), Teitur (banjo, kór), 
Sunneva H. Eysturstein (kór), Uni L. Hansen (kór) og Jan Lamhauge (kór). 



(Myndina tók Christa Reynheim)



Leinkja til lagið: https://www.youtube.com/watch?v=p1rnnb46nHA