Fuglfirðingar eru farnir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Málið hjá ÍF er sjálvsagt at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu síðsta leikdag í heyst. Um tað fer at eydnast at vinna næstbestu deildini er ein onnur søga. Teir hava fingið ein royndan venjara og ein royndan hjálparvenjara, men enn tykist tað at knípa eitt sindur, tá tað snýr seg um spælararnar.
Petur Mohr, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Fuglafirði, har hann viðhvørt plagdi at verja málið í yngru deildunum, hevur ábyrgdina av venjingini hjá ÍF. Hjálparvenjari er ein annar av gomlu fótbóltsmonnunum í Fuglafirði. Bogi Lervig, sum hjálpti Piotr Krakowski, er eisini hjálparvenjari hjá Peturi Mohr, sum er ein av royndastu venjarunum í landinum. Hæddarpunktið hjá honum var, tá hann í 1991 var venjari hjá KÍ, sum vann FM heitið.
ÍF hevur fingið nýggjan málverja í ár. Allan G. Joensen er ikki ókendur í Fuglafirði, tí tað er har, at hann er uppvaksin og býr. Men tey seinnu árini hevur hann spælt fótbólt á Toftum, og í fjør vardi hann málið á besta liðnum hjá B68 í øllum níggju landskappingardystunum eftir summarsteðgin. Nú venur Allan G. Joensen í Fuglafirði.
Fleiri mangla
Í fjør vardu Rúni Joensen og Erling Joensen málið hjá ÍF, men tað er greitt, at hvørgin teirra fer at spæla við ÍF í ár. Erling Joensen siglir úti í verðini, og Rúni Joensen hevur gjørt avtalu við NSÍ um, at hann skal spæla við teimum.
Burtursæð frá málverjanum hevur ÍF ikki enn fingið spælarar aðra staðni frá. Men fleiri teirra, sum vandu og spældu í fjør, hava ikki enn verið til venjingar, ella leika nú við øðrum feløgum. Tað snýr seg um Rógva Róin, Eyðun Samuelsen, brøðurnar Bárður og Høgna á Lakjuni og so pólverjarnir báðar, Robert Ciezlewicz og Tomasz Przybliski.
Robert verður komandi árið at síggja í ríputa VB búnanum, meðan framtíðin hjá Tomasz enn tykist nakað ógreið. Pólverski verjuspælarin býr í Fuglafirði. Hann hevur higartil vant bæði í Fuglafirði og í B36, har Piotr Krakowski er hjálparvenjari. Enn er eingin avtala gjørd um, hvar Tomek fer at spæla.