Nógvir heitir talsmenn eru fyri KODA í Føroyum, og tí slepst ikki undan, at onkur er, sum meinar beint tað øvugta. Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, er ein av teimum, sum heldur, at KODA skipanin er alt annað enn í lagi.
? Talan er um eina rúgvu av peningi, sum fer av landinum, men bara ein brøkpartur kemur aftur til Føroya. KODA luktar langan veg av egnum áhuga, sigur Petur Jacobsen.
? Kristian Blak er ein av heitu talsmonnunum fyri KODA, tí 10% av teimum pengunum, sum fara av landinum koma aftur. Og tað fær felagið Føroysk Tónaskøld at umsita. Men tá eg havi spurt, hvat allir hesir pengarnir verða brúktir til, vilja teir ikki svara mær. Tað stinkar langan veg av egnum áhuga.
Petur Jacobsen sigur seg ikki hava nakað ímóti, at føroysk tónaskøld og tónleikarar fáa pengar.
? Pengar kunnu tey gott fáa. Tað unni eg teimum so væl. Men tað sum mær ikki dámar er, at pengarnir, sum vit skulu gjalda fara av landinum, og síðani verða sendir til Kim Larsen ella Shubidua. Tí soleiðis er tað. Meginparturin av pengunum, sum verða sendir av landinum, enda hjá onkrum útlendskum kunstnarum.
Egið felag
Sjálvur heldur Petur Jacobsen, at tað besta hevði verið, at stovna eitt føroyskt felag. Hann heldur ikki, at tað skuldi verið nakar trupulleiki at bygt upp eitt netverk og fingið tær avtalur í lag, sum skulu fáast í lag.
? Við teldutøknini í dag er tað ikki nakar trupulleiki, sigur Petur Jacobsen.
? Vit kundu til dømis gjørt ein grunn, har útvarpsstøðir, dansistøð og hvat tað nú einaferð skal vera, gjalda til, og hesin grunnur kundi so, til dømis, havt eina avtalu við KODA. Henda avtala kann vera, at eitt ávíst prosenttal av pengunum fara til føroyska tónleikamarknaðin og eitt prosenttal fer til KODA, sum KODA so skal umsita til tann útlendska marknaðin.
Á henda hátt, metir Petur Jacobsen, at pengarnir enda í røttum hondum, og peningurin veruliga kemur til sín rætt. Nevniliga í lummanum hjá tónaskaldinum, har hann eigur at vera.
Útvarpsstjórin metir, at á henda hátt verða pengar eisini spardir, ístaðin fyri at ein stórur partur av peningi fer til umsiting, sum vit als ikki vita nakað um.
Eisini vísir útvarpsstjórin á, at Ísland brúkar ikki KODA, men hevur sítt egna felag.
? Tað optimala hevði tí verið at havt eitt føroyskt felag, har vit vita, hvussu er við umsiting og útbýting av pengunum, so allir pengarnir ikki drukna í umsiting onkra aðrastaðni, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2 til enda.