Petur : hoyr nýggjastu løgini á netinum

Hóast fløgan verður almannakunngjørd síðst í apríl, so ber til at hoyra nýggju løgini á internetinum Longu fyrsta apríl verður møguleiki at hoyra tvey løg av komandi fløguni hjá Petur Pólson. Í fyrstu atløgu verða tey at hoyra á heimasíðunum www.peturpolson.com og myspace.com/peturpolson, sum verða endurgjørdar komandi dagarnar. Endaliga dagfestingin fyri sjálvari útgávuni er ikki alment váttað enn, men roknað verður við at tvær konsertir verða flaggdagsvikuskiftið, fríggjakvøldið 24. og leygarkvøldið 25. apríl. Hvar og nær hesar verða, verður kunngjørt seinni.

 

Á ?Tokyó? eru 13 løg: Tokuljóð, Bivan, Mín sál er troytt, Alt á gosi, Mist, Gjóstur, Svart klæði fyri vindeygað, Blikalogn, Fepur, Andvekur, Útlegd, Alt sum blómar, Endi (15.55). Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur út.