Tað hevur annars verið ein sólskinssøga í føroyskum handilslívi, at Smyril Line hevur vent gongdini frá at bara hóra undan, til at geva eitt sunt yvirskot. Tí kemur tað helst óvart á mong, at Peter Holm ikki longur skal stýra skútuni Smyril Line.
Og enn meiri undrunnarvert verður tað, tá nevndarformaðurin, Klaus Kjærulff, einki annað hevur at bera fráfarandi stjóranum, enn lovorð.
Tað er »uttan dramatikk« at stjóraskiftið fer fram, og vit skiljast í sátt og semju, sigur Klaus Kjærulff og undirstrikar, at Peter Holm hevur verið dugnaligur sum stjóri og hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri Smyil Line.
Um orsøkina til, at Peter Holm nú fer frá sum stjóri, sigur Klaus Kjærulff, at tað er ein søk millum nevndina og fráfarandi stjóran.
Samstarvið millum nevndina og Peter Holm hevur altíð verið gott, og vit skiljast í sátt og semju, leggur nevndarformaðurin dent á.
Hann sigur, at felagið byggir víðari á tað arbeiði, sum Peter Holm hevur gjørt, men at tað altso verður við einum nýggjum stjóra, sum fyribils verður Rúni Poulsen, inntil nýggjur stjóri er settur. Og nær tað verður, dugir Klaus Kjærulff ikki at siga í løtuni.