Petur Højgaard settur lækni í Sandoynni

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett Dánjal Petur Højgaard í starv sum kommunulækni í Sandoyar læknadømi. Dánjal Petur byrjar í starvinum 1. januar 2015.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett Dánjal Petur Højgaard í starv sum kommunulækni í Sandoyar læknadømi. Dánjal Petur byrjar í starvinum tann 1. januar 2015, sigur heilsumálaráðið.

 

Dánjal Petur Højgaard er 66 ára gamal og fekk góðkenning sum serlækni í almen medisin í 1995. Seinastu árini hevur hann starvast sum kommunulækni í Miðlon í Tórshavn. Frammanundan hevur Dánjal Petur verið lækni í Sandoynni í 10 ár, og er tí kendur lækni í oynni.

 

Við hesum eru bæði kommununulæknastørvini á Sandoynni sett við fastsettum kommunulæknum, sigur heilsumálaráðið.

 

Viðheftu mynd eigur www.sandportal.fo