Ungi runavíkingurin, Petur Knudsen hevur havt eitt hart og drúgt stríð fyri at koma fyri seg aftur aftaná drúgvan skaða hann fekk í einum dysti tann 22. apríl í 2022.
Fyri 14 døgum síðani kom Petur loksins aftur á vøllin í einum kappingardysti fyri Lyngby móti FC Midtjylland í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni.
Í kvøld slapp Petur at byrja inni fyri Lyngby í útidystinum móti Odense, har hálvleikur er nú.
Tað gleðiliga er hent í fyrra hálvleiki, at Petur hevur skotið sítt fyrsta kappingarmál fyri Lyngby síðani 4. desember í 2021. Tá 36 minuttir vóru farnir av dystinum var hann spældur fríur av liðfelagnum, Brian Hamalainen. Petur sveik ikki álitið, men setti bóltin í netið til 1-0, ið er hálvleiksstøðan í Odense.
Seinasta málið hjá Peturi fyri Lyngby tann 4. desember í 2021 kom í einum dysti á útivølli móti HB Køge í næstbestu donsku deildini.