Petur er elstur av seks systkjum. Hann er føddur og uppvaksin á Sandi. Foreldrini vóru, Marsanna, f. Johannesen úr Funningi, og Martin Hentze, nevndur Martin hjá Evu-Peturi. Petur fór sín fyrsta túr til skips í 1957 sum 14 ára gamal, sum flestu unglingar tá í tíðini, við sluppini Fagranes. 18 ára gamal sigldi hann við Hamranesi, hann sigldi í nøkur ár, síðan fór hann at læra til maskinsmið hjá Wenzel Petersen í Havn. Eftir lokna sveinaroynd sigldi hann við Dagsstjørnuni sum maskinmaður, til hann fór á maskinskúla. Í 1967 giftist Petur við Mariu, dóttir Karolinu og Hans Paula Johannesen í Havn. Tey fingu børnini, Maritu, Daniu, Hans Paula og Karolinu. Í 1969 fór Petur við familju niður til Keypmannahavnar, har hann tók maskinmeistaraprógv. Tá mátti man til Danmarkar at taka ta endaliga maskinmeistaraprógvið. Familjan flutti heim aftur til Føroya og keyptu húsini Oman Viðarlund, har tey búgva í dag. Petur fór at sigla við danska reiðarínim Kosan-Tankers sum maskinstjóri. Hann sigldi har í nøkur ár, til hann legðist upp á land fyri 24 árum síðan. Hann hevur verið lærari við Tekniska Skúlan í Havn. Um summari hjálpir hann til á summarlegunum á Zarepta á Vatnsoyrum. Petur eigur fýra abbasynir, teir eru Petur, Jóhann, Eyðun og lítli Heini. Petur var fyri tí stóra missi at konan, Maria, doyði fyri fýra árum síðan. Petur hevur verið sera trúfastur móti familjuni, foreldrunum og okkum systkjunum.
Stór er tín trúfesti, stór er tín trúfesti;
nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið;
stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.
Hjartaliga tillukku
M.S.