GÍ
Eftir eina sestakliga laka seinnu hálvu, har niðurflytingarvandin gjørdist alt meira ítøkiligur, framdu gøtumenn í fjør venjaraskifti bara trý umfør undan kappingarloki.
Í og við at sessurin í Formula-deildini varð varveittur, eydnaðist royndin hjá Peturi Mohr, sum kom ístaðin fyri Krzystof Popczynski. At tað so skuldu ganga 92 minuttir av seinasta umfarinum, áðrenn bjargingin varð veruleiki, er eitt annað mál. Og tann veruleikin sæst sum so ikki aftur, tá hugt verður at hagtølunum. Hesi staðfesta framvegis, at GÍ í 2006 á 27. ári skal taka lut í ovastu rók í føroyskum fótbólti.
Føroysk loysn
Og tað verður við Peturi Mohr sum venjara. Hetta hava GÍ og Petur gjørt avtalu um, og í Gøtu rokna tey við, at Petur er rætti maðurin, nú GÍ skal førast enn eitt stig víðari.
- Vit hava sjálvandi mett um støðuna, og hvussu vit best kunnu byggja víðari á tað arbeiðið, sum longu er gjørt. Vit høvdu eisini onnur nøvn í kikaranum - bæði føroysk og útlendsk. Niðurstøðan hjá okkum var, at vit í ár velja eina føroyska loysn, og vit halda avgjørt, at Petur kann tilføra liðnum nakað, sigur Brandur Jacobsen, formaður í GÍ.
- Nú var sjálvandi avmarkað, hvørja ávirkan Petur kundi hava upp á somikið stutta tíð í fjør. Men vit hildu okum síggja, at hann tá fekk nakrar nýggjar - ella skuldu vit kanska sagt gamlar - dygdir fram í liðnum. Og vit vóna sjálvandi, at hetta eisini er nakað, sum vit koma at síggja aftur komandi ár, staðfestir hann.
Í aðrar mátar staðfestir formaðurin, at málið framvegis er tað sama, sum tað hevur verið tey bæði seinnu árini. Tað vil siga, at ætlanin fyrst og fremst er at byggja eitt nýtt lið upp. Eina mest við egnum fólki, men kortini við íblástri frá fremmandum spælarum.
Málverja og mál
Eftir at hava fingið venjaran upp á pláss, ætla gøtumenn at nýta komandi tíðina at styrkja sær um spælarahópin. Her varð fyri stuttum greitt, at Poul Ennigarð nú kemur aftur í felagið, men Brandur ásannar, at neyðugt eisini er við øðrum styrki. Eisini hóast at kalla allur hópurin frá í ár heldur fram.
- Fyrst og fremst, so skulu vit hava ein málverja. Og so ætla vit eisini at finna ein ella tveir spælarar longur frammi á vøllinum. Umframt at vera venjari, var Krzystof jú eisini ein sera góður áleypari, og tí verður neyðugt við í øllum førum einum spælara her.
- Hartil er so eisini ætlanin, at vit til komandi ár fáa styrkt breiddina í hópinum nakað. Nú kappingin varð longd til 27 umfør, sóu vit, at hetta setir størri krøv til breiddina, og tað er so nakað, sum vit vilja gera nakað við. Men akkurát hvørjir spælarar talan verður um, fái eg ikki sagt í løtuni, staðfestir GÍ-formaðurin at enda.