Tað er ikki á hvørjum ári, at heiðurslimir verða tilnevndir innan telvingina. Men nevndin í Talvsamband Føroya metti, at í ár var rætta løtan at tilnevna enn ein heiðurslim: Petur Hans Poulsen úr Klaksvík. Víst varð á, at Petur Hans er ímyndin av telvingini í Norðoyggjum, har hann seinastu skjótt 40 árini hevur tikið megnartøk telvingini at frama. Trúgva og drúgva seiga takið hevur ment Klaksvíkina til at verða eitt hitt sterkasta talvumhvørvið í Føroyum. Týðandi tøk, sum eru fyrimyndarliga væl kjølfest í nærumhvørvinum. Og úrslitini eru sera nógv at vísa á, har felagið í fleiri umførum hevur vunnið FM heiti í liðkappingini og í einstaklingum.
Hóast Petur Hans er sera eyðmjúkur av lyndi, har onki hóvasták verður gjørt burtur úr munadyggu menningini, slepst ikki uttanum sjónligu úrslitini, sum komin eru til høldar seinastu áratíggjuni.
Michael Matras endurstovnaði Klaksvíkar Talvfelag í seinnu helvt av 60-árunum og Petur Hans helt, eftir stovnanina av Talvsambandi Føroya, 14 februrar í 1970, at Klaksvíkingar tørvaðu enn eitt ár, at brynja seg, áðrenn klárt var til orrustu við sigursvandu feløgini úr Havnini, Vestmanna og Kollafirði.
Á heysti í 1971 varð lagt til brots og eitt kuriosum er tað, at Petur Hans, tann 10. oktober 1971, vann fyrsta kappingartalvið fyri Klaksvíkar Talvfelag. Startskotið til megnarúrslitini, sum ár undan ári verða fingin til høldar.
Jógvan Joensen, talvforseti, endaði røðu sína við at samansjóva grundgevingina fyri nýtilnevnda heiðursliminum:
?Hegni og treiskni ber á mál. Trúfesti - sum fáur megnar at gera honum eftir !?
Undan Peturi Hans Poulsen, eru hesi heiðurslimir tilnevndir, nú Talvsamband Føroya í komandi ári hevur 40 ár á baki:
Hans Petersen, Vestmanna, Jákup Thomsen, Tórshavn, Jústinus Hansen, Toftir, Heri Thomsen, Gøta, Niels O. Durhuus, Vestmanna og Gutti Petersen, Sandavágur.
Skrivað/myndir: Jógvan Joensen