Petur Hans Dahl 60 ár

Mánadagin 6. oktober fylti Petur Hans Dahl varaskúlastjóri á Føroya Sjómansskúla 60 ár.

Petur Hans er ættaður av Gørðunum í Vági. Hann tók realskúlaprógv í Vági í 1960, og sama árið var hann sín fyrsta túr til skips við Jógvan á Gørðunum í New Foundlandi, skipið var tá spildurnýtt.
Hann gekk á Nørre Nissum Lærerseminarium frá 1961-65 og tók skiparaprógv í 1977. Hann sigldi við skipum hjá A.P. Møller frá 1977 til 1982, tá hann byrjaði sum lærari við Føroya Sjómansskúla. Síðan 1994 hevur hann verið varaskúlastjóri á skúlanum.
Petur Hans er ein av okkara seinastu víkingum. Í 1985 sigldu hann og konan tveyeini við 10-mannafari sínum til Danmarkar, og síðst vit sóu hann í aktión, var, tá hann var við til at sigla tríggjar AWI bátar til Grønlands. Hendan túrin hava vit sæð í sjónvarpinum.
Kona Petur Hans er donsk og eitur Nina. Hon arbeiðir á Landssjúkrahúsinum og er nevndarlimur í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hon er ikki bangin fyri at taka sítt tørn har, tá á stendur.
Tey búgva í Hoyvík og eiga fimm børn.