Petur Háberg við nýggjari fløgu í nýggjum plátufelag

Spildurnýggja plátufelagið, ?Rock Pipit Records? gevur út nýggja fløgu við Peturi Háberg

 

Eitt nýtt plátufelag hevur sæð dagsins ljós. Talan er um smápartafelagið Rock Pipit Records. Endamál felagsins er at menna føroyska tónleikalívið og serliga at fokusera upp á útflutning av føroyskuym tónleiki.

 

Felagið er sett á stovn av fýra føroyingum, ið hvør á sín hátt hava verið við í føroyska tónleikalívinum í nógv ár. Stigtakarar til felagið eru Símun J. Hansen, ið er juralesandi, Jákup Heinesen, fíggjarleiðari, Billy Hansan, sjálvstøguður vinnurekandi og Andrew Djurhuus, flogmekanikkari hjá Atlantic Airways.

 

Andrew Djurhuus er stjóri, og Símun J. Hansen er formaður í felagnum.

 

Enn er felagið nýtt, men leiðslan í felagnum vónar, at felagið kann arbeiða saman við øðrum sum geva út føroyskan tónleik fyri saman at kunna menna útflutningin av tónleikinum.

 

Fyrsta plátukontraktin er undirskrivað, og er talan um eitt føroyskt tónlistafólk, ið seinastu árini hevur gjørt vart við seg í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga Petur Háberg.

Petur og bólkur hansara framførdu á øllum festivalunum í fjør, og hann hevur í fleiri ár arbeitt við at savna tilfar til eina útgávu. Petur hevur sín egna bólk, ið eisni spælir á fløguni, og Hans Poulsen framleiðir fløguna.

 

Eftir ætlan kemur ein stakfløga við fýra nýggjum sangum á marknaðin í apríl. Sjálv fløgan kemur út í seinni í ár.

Á fløguni vera ikki færri enn 13 sangir, ið Petur sjálvur hevur gjørt.

 

Listanavnið hjá Petur og bólkinum verður framyvir ?Bet You Are William?.