Petur Háberg í nýggjum leikluti

Petur Háberg bergtók áhoyrararnar við sínari framførslu. Hann hevði bólk við, og teir spældu harðan tónleik. Petur kom avbera væl frá øðrvísi uppgávuni í kvøld sum alternativur rokkari og ikki sum smør-tenorur, sum vit vanliga kenna hann.

Petur Háberg var á palli við bólki í nátt. Hann er annars mest kendur sum singer/songwriter, har ið hann plagar at sita einsamallur á palli við einum gittara. Men eftir framførsluna í kvøld kunnu vit bara staðfesta, at Petur Háberg eisini riggar sera væl saman við einum bólki.
Stílurin var nógv broyttur frá tí, sum vit vanliga hoyra frá Peturi. Teir spældu  melodiøsan rokk við nógvum tempo og yvir í kenslubornar melankolskar baladur við markantum fylgispæli. Eyðkent fyri Petur er hansara sera vakra rødd. Tað er bergtakandi at hoyra, hvussu gott tamarhald hann hevur á røddini. Hann syngur púra reint, sjálvt tá ið hann fer yvir í fasett.
Bólkurin hjá Peturi er mannaður við góðum tónleikarum. Bass-spælarin er sera góður, og hann hoyrdist eisini væl í framførsluni. Eisini gittar-leikararnir skaraðu framúr. Tann eini hevði nakrar frálíkar soloir.
Berandi fyri framførsluna er heilt vist røddin hjá Peturi, og hann tykist einans at gerast betri og betri. Á Fjarðafestivalinum prógvaði hann, at hann eisini kann gera um seg við meira villum og tungum tónleiki. Konsertin hjá Peturi var heilt vist ein av teimum bestu á Fjarðafestivalinum.