Hetta er onnur tónleikaútgávan hjá Peturi. Í 1994 gav hann út bandið Skín Aftur Føroyar, har m. a. Tómhentur gjørdist kent .It Adds Up To Love er øll á enskum máli og skal ein oyramerkja tónleikaslagið, so liggur tónleikurin millum popp og westcoast, við einum veti av R?n?B og Sko/Torp. Sjálvur sigur Petur um nýggju útgávuna, at hon er nógv betur enn tann fyrra.
Tónleikararnar á fløguni kenna vit. Jákup Zachariassen, Regin Guttesen, Jan Zachariassen og Remi Fagereng. Nøvn, ið verða sett í samband við dygdargóðan føroyskan tónleik.
Jákup Zachariassen hevur verið framleiðari, - hevur produserað fløguna, ið er upptikin í Jak-Zac Studio. Jákup og Regin hava lagt tónleikin tilrættis og fløgan er ljóðblandað í Lundgaard Studios av Morten Munch.
3-arin í SMS stendur fyri útbreiðsluni av fløguni, ið kostar 159 krónur í handlunum ring landið.











