Petur var føddur og uppvaksin í Havn, sonur Elsubeth Malenu, f. Petersen, úr Svínoy, og Sámal í Gong í Havn. Hann lærdi til skipstimburmann á Tórshavnar Skipasmiðju. Undir krígnum var hann eina tíð í Íslandi, har hann arbeiddi á eini skipasmiðju. Eftir kríggið fór hann til Danmarkar á tekniskan skúla. Í 1946 giftist hann í Keypmannhavn við Jenny Hentze, úr Trongisvági. Tey fluttu heim aftur til Føroya í 1947. Petur arbeiddi eina tíð á Lítlu Beding í Klaksvík, áðrenn hann byrjaði sum sjálvstøðugur byggimeistari í Havn í umleið 1950. Hann hevði stórt byggivirksemi, og nógv fólk arbeiddu hjá honum. Hann gjørdi fleiri útstykkingar, bygdi sethús, raðhús, og aðrar bygningar til virkir og stovnar. Hann bygdi t.d. studentaskúlan í Hoydølum, sjómannskúlan í Havn og húsini hjá Havnar Arbeiðmannafelag. Hann var við í útbyggingini av Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 60-unum og í nógvum øðrum størri byggiarbeiðum. Tíðliga í sjeytiárunum stovnaði hann eina plastikrør verksmiðju á Heygnum Mikla í Havn. Petur sat í býráðnum í Havn í umleið 35 ár. Hann byrjaði sum varamaður á priva listanum hjá H.C.W. Tórgarð, og tá Tórgarð doyði í 1957, yvirtók Petur listan. Uttanflokkalistin hjá Peturi í Gong var í mong ár størsti listin í býráðnum.
Jenny í Gong andaðist í 1987. Jenny og Petur fingu 6 børn, tey eru: Janus, Sámal, Knút, Elsebeth, Marjun og Helgi.