Í dag segði Petur Knudsen farvæl við liðfelagarnar í NSÍ. Í viðførinum úr Sørvági og aftur til Runavíkar er 4-2 sigur ímóti 07 Vestur eftir 2-2 í fyrra hálvleiki.
Petur Knudsen var á beinkinum inntil í 63. minutti. Tá var støðan einki broytt síðani í fyrra hálvleiki, tá ið tað endaði 2-2.
So varð Petur Knudsen settur á vøllin, og tveir minuttir seinni var tað hann, sum sendi innfyri við horna úr vinstru. Oddur Á. Højgaard sendi við handara stólpa bóltin inn fyri aftur, og mitt fyri málinum heiltfluktaði Betuel Hansen bóltin í málið og so var 3-2 til NSÍ.
Sjey minuttir seinni bríkslaði Petur Reinert fyri brotssparki, eftir at Klæmint A. Olsen var farin um koll í heimabrotsteiginum. Petur Knudsen legði bóltin á blettin og setti hann ósvikaliga trygt í málið. 4-2 og so var greitt, at øll stigini fóru til Runavíkar. NSÍ hevur 27 stig og er undir liðini á HB, sum hevur betri málmun og er á triðja plássi.
Petur Knudsen hevur skorað níggju mál í ársins landskapping. Í viðførinum til Danmarkar hevur hann 138 dystir og 53 mál í bestu landskappingini.
Hóast gestirnir alla tíðina vóru leikliga omaná, so mundi tað kennast sum eitt sindur av mótbrekku, tá ið Teitur Olsen eftir upplegg frá Marius Hagen legði 07 Vestur á odda 1-0.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði NSÍ. Aron Knudsen royndi seg við frísparki av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og bólturin fór omanfyri verjugarðin og í málið.
Aron Knudsen átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen legði NSÍ framum 2-1. Tá var ein hálvur tími farin, og tað kendist sum um, at nú hevði NSÍ av álvara sett seg á dystin. Men 07 Vestur svaraði aftur sjey minuttir undan steðginum. Teitur Olsen legði við horna innfyri úr vinstru, og Zoran Vujovic stýrdi við høvdinum bóltin í handara síðunetið.
Tølini siga, at NSÍ var greitt omaná, men tað gekk illa at vinna úrtøku úr møguleikum. Inntil Petur Knudsen varð skiftur inn og í síðsta dystinum fyri barndómsfelagið – í hvussu so er í hesum umfari – legði upp til 3-2 málið og við brotssparki staðfesti 4-2 sigurin.
07 Vestur – NSÍ 2-4 (2-2)
1-0: Teitur Olsen
1-1: Aron Knudsen
1-2: Klæmint A. Olsen
2-2: Zoran Vujovic
2-3: Betuel Hansen
2-4: Petur Knudsen
Dómari: Petur Reinert
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Sølvi Egilsson, Dann Fróðason, Kevin Michael Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Martin Heilberg Petterson, Marius Hagen, Høgni Egilstoft Nielsen , Teitur Olsen – Zoran Vujovic, Predrag Jeremic
NSÍ: Dánial Danielsen – Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Jacob Trenskov – Mikkel Elbæk Jakobsen, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen