<B normal"$?$end$!$< STRONG>
Petur Gaardbo er toftamaður, og hann hevur alla sína tíð búð í Brekkum í heimbygdini burtursæð frá, tá ið hann hevur verið burturi í útbúgvingar- og arbeiðsørindum.
Sum 13 ára gamal fór Petur til Havnar at ganga í preliminerskúla, og hann leyk prógv í 1944. Síðani fór hann inn aftur til Toftir, har hann í hálvt annað ár var í starvi hjá D. P. Højgaard, sum var størsta felagið í bygdini. D. P. Højgaard hevði eitt nú skip og fiskavirki, timburhandil og eisini krambúð. Í livandi og fjølbroytta umhvørvinum fekk Petur gott innlit í føroyska vinnulívið.
Dreymurin hjá Peturi var at fáa lærupláss. Tí fór hann til Danmarkar at læra til prentara. Lærutíðin var fimm ár, og tá ið Petur var komin aftur til Føroya, fór hann í prentarastarv hjá H. N. Jacobsens Bókhandli. Í hesum starvinum var hann inntil í 1953. Tá fór hann innaftur á Toftir til D. P. Højgaard at arbeiða. Petur var í hesum starvinum í 23 ár. Arbeiðið fevndi um skipaavgreiðslu, innkeyp til krambúðina og so mangt annað.
1. juni í 1976 fór Petur í starv í Havnar Timburhandli. Her hevur hann verið síðani, og hóast hann nú er 77 ára gamal, so er hann framvegis eins trúgvur og drúgvur. Tey fyrstu árini, Petur arbeiddi her, helt Timburhandilin til á Eystaru bryggju, og síðani 1978 hevur arbeiðsplássið verið á Hálsi. Petur hevur øll 30 árini verið í bókhaldinum.
Petur er sera friðarligur, fryntligur, arbeiðssamur og røkin. Hann ger ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum, og eingin nýtist at fara afturum aftur í tí, sum Petur hevur avgreitt. Tað er tiltikið her á arbeiðsplássinum, hvussu væl Petur hevur møtt upp. Tey fyrru árini sigldi hann til og frá arbeiði hvønn dag við Trónda og síðani við Dúgvuni. Seinnu árini hevur hann ferðast ímillum við bussi. Hann er fyrsti maður til arbeiðis hvønn morgun, og dagarnir, sum hann hevur verið burturi frá hesi 30 árini, kunnu teljast á aðrari hondini.
Petur er giftur Kirstin, sum er ættað at Selatrað. Tey eiga sonin Rúna, sum er lærari.
Vit ynskja Peturi hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum, og vit vóna at eiga nógv góð ár á saman við honum í Timburhandlinum.
<B normal"$?$end$!$<I normal"$?$end$!$ < EM>
<B normal"$?$end$!$<I EM normal"$?$end$!$Leiðsla og starvsfólk í Timburhandlinum<>