Petur fer til Óla at blanda

Petur Pólson og bólkur hansara eru næstan lidnir við upptøkurnar av solofløguni hjá Peturi, og 15. september fara Petur og gittarleikarin/prodjúsarin Bogi á Lakjuni til Danmarkar, har Óli Poulsen fer at ljóðblanda fløguna.

Óli Poulsen ljóðblandaði fyrr í ár Viva <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;la Republica&quot;$?$end$!$la Republica</st1:PersonName$?$end$!$ hjá 200, og vísti tá, at tað ikki bert er tann pena popprokkin at hann meistrar.