Petur fekk soltna spælitíð í málríkum javnleiki hjá Lyngby

Lyngby var fyri sínum fyrsta stigamissi hetta kappingarárið seinnapartin í dag

Fyrr í dag var oddadystur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Helsingør og Lyngby. Dysturin endaði við javnleiki 3-3. Helsingør var á odda 2-0, men tað eydnaðist Lyngby at stríða seg til eina 3-2 leiðslu, men Helsingør svaraði aftur og javnaði til 3-3. Talan er um fyrstu ferð Lyngby missir stig hetta kappingarárið.

 

FC Helsingør – Lyngby 3-3 (2-0)

 

1-0, Tonni Adamsen, FC Helsingør // 18’

 

2-0, Elijah Just, FC Helsingør // 21’

 

1-2, Frederik Gytkjær, Lyngby // 46’

 

2-2, Rasmus Thellufsen, Lyngby // 53’

 

2-3, Frederik Gytkjær, Lyngby // 63’

 

3-3, Callum McCowatt, FC Helsingør // 74’

 

Petur Knudsen slapp ikki á vøllin fyri Lyngby fyrrenn alt fýrverkið var brent av. Tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini kom Petur á vøllin.

 

Lyngby er oddalið við 16 stigum fyri seks dystir, trý stig frammanfyri Fredericia, Hvidovre og Helsingør sum øll hava 13 stig. 

 

Komandi dystur hjá Lyngby verður sunnudagin 29. august. Tá tekur Lyngby móti AC Horsens á heimavølli.