Petur er formaður

Dómarafelagið hevði aðalfund og ársskeið um vikuskiftið

Felagið hjá føroyskum fótbóltsdómarum varð hetta vikuskiftið savnað á Hotel Føroyum.
Á skránni vóru tvinnir lutir. Ein var árliga dómaraskeiðið, har dómararnir hesuferð høvdu vitjan av navnframa dananum, Peter Mikkelsen, og sum skilst á lagnum, vóru luttakararnir sera væl nøgdir við skeiðið. Ein partur av skeiðnum var annars ein heldur forkunnugur pallborðsfundur við luttøku frá venjar-, spælara-, dómara- og fjølmiðlasíðuni. Tann sonvenda »fótbóltsfamiljan«, og hóast fatanirnar ikki vóru heilt eins frá øllum pørtum, so er einki at ivast í, at ein slíkur kjakfundur kann vera viðvirkandi til framhaldandi menning fyri dómararnar.
Hin luturin, sum eisini var á skránni um vikuskiftið var árligi aðalfundurin. Her skuldi nýggjur formaður finnast, nú Erling Eysturoy ikki ynskti at halda fram í sessinum, og varð Petur Skarðenni úr Leirvík kosin sum nýggjur formaður. Erling Eysturoy heldur tó fram í nevndini sum skrivari, og afturat sær hava teir báðir Jákup Martin Kjeld úr Runavík, meðan Jens Brattaberg úr Vági er tiltakslimur. Lassin Isaksen, sum hevur verið í nevndini í drúgt áramál, tók ikki við afturvali.